 | | O Sonur Andans! Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt. Bahá'u'lláh |
|
 |
Law-I-Aqdas
Hin Mest Heilaga Talvan * Ofta nevnd Talvan til tey kristnu
eftir Bahá'u'lláh
Kári Sverisson týddi
Útgáva © 1992: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
|
| |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
| |
|
Hetta er hin Mest Heilaga Talvan send niður úr halga kongsríkinum til tann, ið snúði andlit sítt mótvegis Tí, ið er lutur fyri tilbiðjan heimsins, Hann, ið er komin av himni ævinleikans, klæddur í stórfingnari tign.
Hetta er eitt bræv frá nærveru Okkara til hann, sum tað miseydnaðist nevnirinnar sløri at halda burturi frá Guði, Skapara himins og jarðar, til tess at eygu hansara mega livna upp í døgum Harra hansara, Hjálpini í Váða, Hin av Egnum ávum komin.
Sigið Mær, o fylgisneytar Sonarins!(Jesus) Hava tit útistongt tykkum frá Mær vegna Navn Mítt?
Hví grunda tit ikki í hjørtum tykkara? Dag og nátt hava tit ákallað Harra tykkara, hin Alvalda,
men tá Hann í miklu dýrd Síni kom oman úr himni ævinleikans vendu tit tykkum frá Honum og
lógu eftir, samankropin í dølskni.
Hugsið um tey, sum kveistraðu burtur Andan(Jesus), tá ið Hann kom til teirra við sjónligum veldi.
Talríkir teir farisear, sum avbyrgdu seg í samkomuhúsum í Hansara Navni, syrgjandi skilnaðin frá
Honum, og kortini; tá ið øll portur endursameiningarinnar brustu upp og hin guddómligi Ljómin
glógvaði skærur úr Degningi Vakurleikans, tá trúðu teir ikki á Guð, hin Upphevjaða, hin Máttuga.
Ikki vóru teir førir at náa Hansara nærveru, tó at koma Hansara var fyrijáttað teimum í Bók
Jesaja eins væl og í Bókunum hjá Profetunum og Sendiboðunum.
|
|
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 | 9
|
Upp aftur |
|
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2010 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
Bahá'í communities around the world
|
|