www.bahai.fo
O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til. Bahá'u'lláh
English Tiltøk í Føroyum Bókmentir Um Bahá'í Trúnna Heim
Fyrilestrar í París Fyrilestrar í París
Røður, ið 'Abdu'l-Bahá flutti fram í 1911

Marianna Debes Dahl týddi.

Útgáva © 2000: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum
 
Formæli | Inngangur | Fyrsti partur | Annar partur | Triði partur
Fyrsti partur
25. Bahá'u'lláh
Hin 7. november    

'Abdu'l-Bahá segði: Í dag fari eg at tosa við tykkum um Bahá'u'lláh. Triðja árið eftir at Báb hevði kunngjørt kall sítt, varð Bahá'u'lláh handtikin, tað vóru víðgongdir muslimskir lærusveinar, ið ákærdu hann fyri at trúgva upp á ta nýggju læruna, og hann varð tveittur í fongsul. Men dagin eftir gjørdu fleiri stjórnarráðharrar og aðrir máttmiklir menn sítt til, at hann varð latin leysur. Seinni varð hann aftur handtikin, og prestarnir dømdu hann til deyða! Landsins leiðari ivaðist í at útinna dómin, tí hann óttaðist kollvelting. Prestarnir savnaðust í moskuni, framman fyri henni varð avrættingarstaðurin. Øll fólkini í býnum savnaðust í mannamúgvum uttan fyri moskuna. Træsmiðirnir komu við hamara og sag, slaktar-arnir við knívum, múrararnir og byggismiðirnir við spak-um, teir øru muslimsku lærumeistararnir høvdu øst teir upp, so nú vóru teir spentir at fáa lut í tí æruni at drepa hann. Inni í moskuni vóru doktararnir í átrúnaði savnað-ir. Bahá'u'lláh stóð fyri teimum og svaraði við hollari vitan spurningum teirra. Serliga høvuðsvísmaðurin varð fullkomiliga teptur, tá ið Bahá'u'lláh mótprógvaði øllum próvgrundum hansara.
Kjak kom í millum hesar báðar prestarnar um, hvat ið tað, sum nøkur orð í tí, sum Báb hevði skrivað, merkti; teir ákærdu hann fyri at fara skeivan og bjóðaðu Bahá-'u'lláh av at verja seg, um hann megnaði tað. Hesir prestar vórðu fullkomiliga eyðmýktir, tí Bahá'u'lláh prógvaði fyri allari samkomuni, at Báb hevði púra rætt, og at ákærurnar vóru íspunnar av fávitsku.
Teir, ið vóru við undirlutan, lótu hann nú pína við at lata hann verða bukaðan undir iljarnar við gassum, og uppaftur óðari enn áður komu teir við honum út um moskumúrarnar til avrættingarstaðið, har ið villleiddu fólkini bíðaðu eftir, at hann skuldi koma.
Enn óttaðist landsins leiðari fyri at gera eftir boðunum frá prestunum, sum kravdu hann avrættaðan. Av tí at hann skilti vandan, sum tignarligi fangin var staddur í, sendi hann nakrar menn at bjarga honum. Hetta eydn-aðist teimum, teir brutu ígjøgnum moskumúrin og leiddu Bahá'u'lláh ígjøgnum opið inn í eitt trygt stað, men ikki út í frælsi; tí landsins leiðari slapp sær undan ábyrgdini, tá ið hann sendi hann til Teheran. Her varð hann settur fastur í fangatippi undir jørð, har tú ongantíð sást dagsins ljós. Um hálsin á honum varð løgd tung keta, sum leinkjaði hann saman við fimm øðrum Báb-viðhaldsmonnum; hesi fjøtur vóru læst saman við sterkum, ógvuliga tungum boltum og skrúvum. Klæðini hingu í lepum, somuleiðis fez hansara. Í fýra mánaðir lótu teir hann vera soleiðis staddan.
Hesa tíðina slapp eingin av vinunum til hansara.
Ein embætismaður í fongslinum royndi at eitra hann, men hetta eitrið virkaði ikki, uttan tað at tað voldi honum nógva líðing.
Tá ið ein tíð var umliðin, gav stjórnin honum frælsi og sendi hann og familju hansara í útlegd til Bagdad, har ið hann varð verandi í ellivu ár. Hesa tíðina varð hann illa jagstraður, tí alla staðni uttan um hann gáaðu fíggindar hansara væl eftir honum.
Hann stóð stinnur og djarvur, meðan alt ilt herjaði á hann. Mangan visti hann ikki, tá ið hann fór upp á morgni, um hann mundi fara at vera á lívi, tá ið sólin aftur setti. Kortini komu prestarnir hvønn dag at spyrja hann um átrúnað og háspeki.
At enda sendi turkiski leiðarin hann í útlegd til Miklagarðs, haðani hann varð sendur til Adrianopul; her varð hann verandi í fimm ár. Sum frá leið varð hann sendur til tann fjarskotna Sankta Jean d'Acre skansan. Her var hann settur í fangatippi í hernaðardeildini, og vaktarhaldið yvir honum var av tí allarstrangasta. Ikki havi eg orð fyri at siga tykkum frá øllum tí mótburði, hann mátti líða undir, og frá øllum líðingunum, hann mátti tola í tí fongslinum. Hóast tað, var tað úr hesum fongsli, at Bahá'u'lláh skrivaði til allar stjórnararnar í Evropu, og øll hesi brøv uttan eitt vórðu send við posti.
Brævið til Sháhin Násiri'd-Dín varð litið einum persiskum bahá'ía til, Mírzá Badí' Khurásáni, sum tók upp á seg at fáa Sháhinum sjálvum tað upp í hendur. Hesin djarvi maður bíðaði í grannalagnum uttan um Teheran, til Sháhurin, sum ætlaði sær at ferðast tann ve-gin til summarborgina, fór at koma framvið. Tann ótta-leysi boðberin elti Sháhin til borgina, og í fleiri dagar bíðaði hann úti á vegnum tætt við inngongdina. Hann sást altíð standa og bíða á sama staði á vegnum, til fólk tók at undrast á, hví hann mundi vera har. At enda frætti Sháhurin um hann, og hann gav tænarum sínum boð um at koma til sín við manninum.
'Á! Tænarar hjá Sháhinum, eg komi við einum brævi, sum eg má leggja í hansara egnu hendur', segði Badí', og so segði Badí' við Sháhin, 'Eg havi bræv til tygara frá Bahá'u'lláh!'
Hann varð tikin í stundini, og teir, sum ætlaðu sær at lokka vitan úr honum, sum hevði kunnað hjálpt teimum framhaldandi at jagstra Bahá'u'lláh, avhoyrdu hann. Badí' talaði einki orðið; so píndu teir hann, hann tagdi við sama lag! Tríggjar dagar seinni drupu teir hann, tá ið tað ikki eydnaðist at noyða hann at tala! Hesir miskunn-arleysu menn tóku myndir av honum, meðan hann varð píndur.1
Sháhurin gav prestunum brævið frá Bahá'u'lláh, so teir kundu greiða honum frá tí. Nakrar dagar seinni søgdu he-sir prestar Sháhinum, at brævið var frá einum politiskum fígginda. Tá varð Sháhurin illur og mælti, 'Hetta er eingin frágreiðing. Eg rindi tykkum pening fyri at lesa og svara mínum brøvum, tí skulu tit akta!'
Í stuttum var andin í talvuni til Sháhin Násiri'd-Dín, og tað, sum hon merkti, hetta: 'Nú tíðin er komin, tá ið sakin um Guds dýrd kemur fyri, fari eg at spyrja, um eg kann sleppa til Teheran at svara øllum teimum spurningunum, sum prestarnir kanska fara at spyrja meg.
'Eg eggi tygum til at skilja tygum frá, hvussu verðsliga framúrskarandi keisaraveldi tygara er. Minnist til allar teir veldugu kongarnar, sum hava livað fyri tygum - dýrd teirra er farin!'
Brævið var einastandandi vakurt skrivað, og tað helt fram við at ávara kong og siga honum frá framtíðar stór-sigri Bahá'u'lláh-ríkisins, bæði í eysturheiminum og í vest-urheiminum.
Líka legði Sháhurin í ávaringarnar í hesum brævi, so hann helt fram at liva, sum hann var vanur, restina av ævi síni.
Hóast Bahá'u'lláh sat í fangatippi, var stóri máttur heilaga andans hjá honum!
Eingin annar í fongslinum hevði kunnað verið sum hann. Tó at hann mátti líða døpur mein, gramdi hann seg ongantíð.
So mikið stóra virðing hevði hann fyri hansara hátign, at hann altíð sýtti fyri at hitta landshøvdingan ella tey fólkini, sum høvdu nakað at siga í býnum.
Sjálvt um eftirlitið var áhaldandi strangt, slapp hann at koma og fara, sum honum lysti! Hann doyði í einum húsum, sum vóru um leið tríggjar kilometrar burtur frá Sankta Jean d'Acre.

Upp aftur
 


Bókalisti
Bahá'u'lláh
Glæmur
O Guð, Leið Meg!
Talvan til Tey Kristnu
Bahá'í Bønir
Hini Loyndu Orð
Fyrilestrar í París
Fyrijáttan um Heimsfrið
konufólk og mannfólk
Spurningar og Svar
Og Sólin Rísur
 

© Bahai samfelagið í Føroyum
The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2010
Teldupostur
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh



Bahá'í communities around the world