 |  50 ár í Føroyum 1953 - 2003 |
Course in English
Lesiringar
Tætt samband við Guðs orð!
Lesiringar eru smáir óhátíðarligir bólkar av fólki, sum taka avgerð um at taka eitt skeið saman. Ein røð av skeiðum er til taks hjá Útbúgvingarnevndini.
Hvør bólkur tekur sjálvur avgerð um tíðarkarmin fyri lestrinum, meðan hann gjøgnumgongur skeiðstilfarið, sum hann fær. Á hesum skeiðum liggur denturin á at arbeiða saman. Tann besti næmingurin er ikki hann, ið fær hægstu próvtøl - tí her er ongin próvtøka - men tann næmingurin, sum fær mest burturúr og hjálpir hinum at gera tað sama. Skeiðini eru grundað á samráðing, samstarv og samvinnu og tænastu - ikki á framstig hjá tí einstaka ella kapping.
Hesin lestrarháttur hevur verið nýttur um allan heim til tess at hjálpa fólki at menna teirra andaliga lyndi, geva teimum eina djúpari fatan av sambandi teirra við Guð og í verki menna teirra tænastuevni.
Baha'i-samfelagið eggjar inniliga fólki til andaligan vøkstur, tí tað styrkir og stimbrar vælferðini í familjum og samfeløgum okkara.
Hevur tú ein bólk av vinfólki, sum tú vildi lisið saman við? Set teg í samband við Útbúgvingarnevndina til at fáa tilfar at byrja við - tel.: 319581
Fyrsta skeiðið í røðini: Grundanir yvir Lív Andans
Inniheldur:
- At umhugsa Guðs orð
- Bøn
- Lív og deyði
Upp aftur
|
Ein røð av skeiðum er til taks hjá Útbúgvingarnevndini. |
 |
|
© Bahai samfelagið í Føroyum The Bahá'í Community of the Faroe Islands 1996-2013 |
| Teldupostur |
|
 |
"Vælsignaður er tann blettur, og tað hús, og tað stað, og tann býur, og tað hjarta, og tað fjall, og tað skjól, og tann hola, og tann dalur, og tann jørð, og tað hav, og tann oyggj, og tann hagi, har Gud hevur verið nevndur og lovprísan Hansara dýrdargjørd."
Bahá'u'lláh
|
|