mobirise.com

Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara. - Bahá'u'lláh

Fyrijáttan um Heimsfrið

ALHEIMSHÚS RÆTTVÍSINNAR

"Alt hetta fruktaleysa stríðið, hesi oyðandi kríggini skulu hvørva, og hin Størsti Friðurin koma."

Oktober 1985

Til tjóðir heimsins:


   Tann mikli friðurin, sum góðhugaðar menniskjur hava tráað eftir upp gjøgnum tíðirnar, sum spáarar og yrkjarar hava droymt um í ótald ættarlið og sum heilagu skriftirnar hjá mannættini áhaldandi hava lovað, er nú langt um leingi í eygsjón og tøkur fyri tjóðirnar. Fyri fyrstu ferð í søguni er tað møguligt fyri ein og hvønn at skoða allan heimin við hansara óteljandi ymisku fólkasløgum í einari og somu frásjón. Heimsfriður er ikki einans møguligur, hann slepst ikki undan. Hetta er næsta stigið í heimsmenningini – tað sum ein stórur hugsari nevndi “globalisering mannaættarinnnar”.


   Um friðurin bert kann fást í lag eftir ósigandi ræðslum, framskundaðum av treiska fasthaldi menniskjunnar við gomul atferðarmynstur, ella um hann kann fáast í lag gjøgnum vilja til samráðing, er tað valið, sum allir heimsins íbúgvar hava. Á hesum hættisliga tíðarskeiði, har teir torføru spurningarnir, tjóðirnar hava at dragast við, eru runnir saman til eitt felags mál fyri allan heimin, hevði ein miseydnað roynd at demma fyri bylgjuni av stríði og ófriði verið óverjandi ábyrgdarloysi.


   Millum tey positivu tekinini eru hesi: tann alsamt vaksandi mátturin í teimum stigunum móti heimsskipan, sum vórðu tikin fyrst í hesari øldini við stovnsetingini av Fólkasameiningini (League of Nations), ið fekk Sameindu Tjóðir sum arvtakara á einum breiðari grundarlagi; tann sannroynd at meirilutin av heimsins tjóðum síðan seinni heimsbardaga hevur fingið sjálvstýri, sum er eitt tekin um, at myndan av tjóðum er komin at enda; samarbeiði millum hesar ungu tjóðir við eldri í felagsáhugamálum; tann av hesum alstóra økingin í samarbeiði millum higartil avbyrgd og fíggindalig fólkasløg og bólkar í altjóða fyritakssemi á vísindaligum, útbúgvingarligum, løgfrøðisligum, búskaparligum og mentunarligum økjum; stovnanir, meira enn nakratíð, av altjóða humaniterum stovnum; útbreiðslan av kvinnu- og ungdómsrørslum, ið mæla til frið, og tann sjálvkravda útklekingin av einum støðugt vaksandi neti av valigum fólkum, sum søkja skilning gjøgnum persónligt samskifti.


   Tey vísindaligu og teknologisku framstig í hesi óvanliga signaðu øld, siga frá stórum framstigum í samfelagsligu menningini hjá knøttinum og geva eina hóming av, hvussu tað ber til at loysa praktiskar trupulleikar hjá mannaættini. Tey geva júst reiðskapini til umsitingina av tí samansetta lívinum hjá einum sameindum heimi. Hóast hetta standa forðingarnar. Ivi, misfatanir, fordómar, illgrunasemi og snævurskygt sjálvsókni plága tjóðir og fólkasløg í viðurskiftunum hvørt við annað.


   Tað er í djúpari kenslu av andligari og moralskari skyldu, at vit beint nú verða áskundað til at biðja tygum um at sýna tí stóra innliti ans, sum á fyrsta sinni varð kunngjørt teimum ráðandi hjá mannaættini fyri meira enn hundrað árum síðan av Bahá’u’lláh, grundara Bahá’í trúarinnar, sum vit eru tað valda álitisfólkið fyri.


   “Vónloysisvindar”, skrivaði Bahá’u’lláh, “blæsa úr øllum ættum, og tað stríð, ið skilir sundur og plágar mannaættina, veksur fyri hvønn dag, sum fer. Tekin um hóttandi kollrenningar og ruðuleika kunnu hómast nú, tí tann núverandi skipanin sýnir seg at vera syrgiliga brekað.” Hesin profetiski dómurin er ásannaður væl og virðiliga av felags royndum mannaættarinnar. Veikleikin í tí núverandi skipanini er rættiliga týðiligur í vantandi dugi hjá óheftum limalondum í Sameindu Tjóðum til at reka á dyr krígsspøkilsið, í tí hóttandi skrædlinum í altjóða búskaparligu skipanini, í spjaðingini av lógloysi og yvirgangi og í teimum sváru líðingum, sum hesar og aðrar plágur volda einum vaksandi milliónatali av menniskjum. Yvirgangur og tvídráttur eru í sovorðnan mun komin at sermerkja okkara samfelagsligu, fíggjarligu og átrúnaðarligu skipanir, at mong liggja undir fyri tí sjónarmiði, at sovorðin atferð er óloysandi knýtt at tí menniskjuligu náttúruni og tí ómøgulig at broyta.


   Við tí at hetta sjónarmið hevur fest seg, er komin fram lemjandi mótsetningur í menniskjuligum spurningum. Annan vegin halda øll fólkasløg upp á at vera til reiðar fyri og leingjast eftir friði og samljóði, eftir enda á tí uppskakandi bangilsi, ið ger teirra gerandisdag til plágu. Hinvegin verður óumhugsið staðið við, at menniskjur eru óbøtandi sjálvkærar og ágangandi og tískil ikki førar fyri at stovnseta samfelagsliga skipan, samtíðis framfúsa og friðarliga, máttmikla og samljóðandi; eina skipan, sum gevur fríar ræsur fyri skapanarhugi einstaklinga og fyritakssemi, men er grundað á samarbeiði og semju.


   Alt sum tørvurin á friði gerst meira átrokandi, krevur hesin grundleggjandi mótsetningur, ið tarnar honum at gerast veruleiki, endurmeting av teimum hugsanum, tann vanliga skoðanin á søguligu tvístøðu mannaættarinnar hvílir á. Varð farið sakliga ígjøgnum vitnisburðarnir um hetta, høvdu teir sýnt, at henda atferð langt burtur frá at vera mynd av tí sonnu menniskjuni, heldur er reingjan av anda hennara. Nøktan í hesum hevði gjørt allar menniskjur førar fyri at sett í gongd uppbyggjandi kreftir, sum, av tí at tær eru sameiniligar við ta menniskjuligu náttúruna, høvdu eggjað til samljóð og samstarv ístaðin fyri kríggj og ósemju.


   At velja hesa kós er ikki at avnokta fortíð menniskjunnar, men at skilja hana. Bahá’í trúgvin sær á ta núverandi ørkymlinginga í heiminum og ta vanlukkuligu støðuna sum náttúrligt stig í organiskari gongd, ið ósvitandi at enda fer at hava við sær sameining mannaættarinnar í eini einstakari samfelagsskipan, hvørs mørk eru hendan gongustjørnan. Menniskjurnar eru sum lívrunnin eind farnar ígjøgnum menningarstøði svarandi til smábarnaldur og barnaár í lívi hins einstaka, og eru nú í tí óróligasta ungdómstíðarskeiðnum, við tað at tær umsíðir eru við at gerast vaksnar.


   Fyrivarnisleys viðurkenning av, at fordómar, kríggj og eyðræning hava verið óbúgvin støði í veldigari søguligari gongd og at menniskjurnar í dag uppliva tann óundansleppandi fjáltur, ið sigur frá, at tær eru um at verða vaksnar, er ikki orsøk til mishop, men fyritreyt til tess at fara í holt við tað ovurstóra takið at byggja upp friðarligan heim. At hetta kann eydnast – at tær neyðugu uppbyggjandi kreftirnar eru til og at gjørligt er at reisa sameinandi samfelagsskipan – er júst tað evnið, vit heita á tygum um at kanna.


   Hvussu so stóra líðing og ófrið tey næstu árini bera í sær, hvussu so døpur tey næstu útsýnini enn eru, trýr Bahá’í samfelagið, at mannaættin kann møta hesi alstóru roynd við áliti á tað endaliga úrslitið. Øvugt tí at sermerkja endan á siðmenningini, fara tær ógvisligu broytingar, sum mannaættin nærkast alsamt skjótari, at vera við til at leyslata “møguleikarnar í náttúru menniskjunnar”, og bera fram “tað fulla málið av lagnu menniskjunnar á jørðini, hennara innara viðfødda fyrimuni.”


1.

   Tey evni, sum úrmæla menniskjur fram um øll onnur sløg av lívi, eru tilsamans kend sum andi menniskjunnar; dugurin at hugsa er hansara týdningarmesta eyðkenni. Hesi evni hava gjørt menniskjurnar førar fyri at byggja upp siðmenningar og at gera evnisbundin framstig. Men hetta eina hevur ongantíð gjørt anda menniskjunnar nøgdan. Hennara gátuføra náttúra dregur hana til at fara út um royndarninnar mark, til at toyggja seg eftir ósjónligum ríki, móti tí ytsta veruleikanum, tí ósannkenniligu veruni, ið verður nevnd Gud. Teir átrúnar, sum røð av andliga lýsandi persónleikum hava givið menniskjunum við ávísum millumbilum, hava verið tann fyrsti og fremsti liðurin millum mannaættina og tann ytsta veruleikan. Teir hava leiðbeint menniskjurnar og fínkað evnini til at røkka andligum framburði samstundis sum samfelagsligum.


   Eingin álvarsom roynd at fáa rættlag á viðurskifti manna, eingin roynd at fáa í lag heimsfrið kann koyra átrúnan til viks. Skilningur og útinning menniskjunnar av átrúna er ómetaliga stórur táttur í søguni. Ein frálíkur søgugrøðingur lýsti átrúna sum ein “eginleika í náttúru menniskjunnar”. At spillingin av hesum eginleikanum hevur volt so nógvan hurlivasa í samfelagnum og stríð í menniskjum og millum menniskjur kann ikki noktast; men rættsinnaður eygleiðari kann heldur ikki hyggja burtur frá tí stóru ávirkan, sum religiónin hevur havt á tað livandi bráið hjá siðmenningini. Haraftur er sýnt við beinleiðis ávirkan hennara á lógir og moral, at tá talan er um samfelagsliga reglu, kann hon ikki verast fyriuttan.


   Viðvíkjandi átrúna sum samfelagsmegi skriva Bahá’u’lláh: “Átrúni er tað størsta av øllum amboðum til at fáa skil á í heiminum og til ta friðarligu nøktanina fyri øll, sum dvølja í honum”. Ávísandi til myrkingina ella spilligina av átrúnanum, skrivar Hann: “Myrkist lampa átrúnans, verður úrslitið óskil og ørkymling, og ljós reinlyndisins, rættvísunnar, friðarins og spektarinnar heldur uppat við at lýsa. “Bahá’í skriftirnar leggja dent á í upprokning av avleiðingum av hesum, at “spillingin av menniskjuligu náttúrni, mannminkanin í menniskjuligum atburði, upploysn og niðurbróting av menniskjuligum stovnum, sýnir seg undir slíkum umstøðum á sín versta og andstyggiligasta hátt. Lyndið mannminkar seg, álitið verður skakað, megi agans linkað, røddin hjá tí menniskjuligu samvitskuni tagnar, kenslan av sáma og skomm myrkist, hugmyndirnar um ábyrgdarkenslu, samanhald, semju og trúfesti verða forbronglaðar og djúpasta kenslurnar av friðsemi, gleði og vón slókna so við og við.”


   Mannaættin er komin í sera hættisliga ósemjustøðu og má tí hyggja at sær sjálvum, at sínum egna vansketni, at teimum lokkitónum, ið lurtað hevur verið eftir, við tí fyri eyga at finna orsøkina til misskiljingarnar og rundveltingina, sum eru góðtikin í navni átrúnans. Tey, ið blint og sjálvsøkið hava hildið fast um sína serstøku rætttrúgv, sum hava tvingað skeivar og ósambærligar tulkingar av Guds orði upp á viðhaldsfólk síni, bera tunga ábyrgd av hesi rundvelting, ið er sett saman av óektaðum forðingum millum vísindi og átrúna. Tí eftir reiðiliga kanning av veruligu orðberingunum hjá grundaranum av teimum stóru religiónunum og teimum samfelagsligu umhvørvum, har teir kunngjørdu sín boðskap, er einki at finna, sum kann stuðla tí klanduri og teimum fordómum, ið hava órógvað átrúnaðarligu samfeløg menniskjunnar og tískil øll viðurskifti manna.


   Læran at vera móti øðrum eins og vit ynskja, at onnur skulu vera móti okkum, sum á ymiskan hátt er endurtikin í øllum teimum stóru átrúnunum, leggur herðing á omanfyrinevndu eygleiðing á tveimum punktum: hon ger upp ta moralsku støðuna, tað friðarskapandi í øllum hesum religiónunum, uttan mun til hvar tær eru komnar fram ella nær; og hon ásannar eindarsjónarmiðið, teirra týdningarmesta lyndiseyðkenni, sum mannaættin í síni ósamanhangandi søguligu áskoðan hevur misskilt og vanmett.


   Høvdu menniskjurnar sæð sínar felags Lærarar í sanna ljósi teirra: sum amboð fyri eini siðmennandi gongd, høvdu tær fingið væl meira gagn av boðskapinum, teir fluttu hvør aftan á annan. Men tað gjørdu tær tíverri ikki.


   Uppgeisingin av fanatiskum átrúnaligum ivri, ið nú fer fram í nógvum londum, kann ikki skoðast á sum annað enn mønubrestir. Sjálvt lyndið í hesum ógvisliga og niðurbrótandi fyribrigdi vitnar um tann andliga húsagang, tað umboðar. Tí eitt tað løgnasta og syrgiligasta eyðkennið í tí núverandi útbrotinum av trúarligari fanatismu er, hvussu hon í hvørjum einstøkum føri ikki bert gravar burturundan teimum andligu virðunum, ið tilstuðla eind mannaættarinnar, men harafturat teimum framúr moralsku sigrunum, júst tann átrúnin hevur vunnið, sum hon letst at tæna.


   Hvussu so lígevandi megi átrúnin hevur verið í søgu menniskjunnar, og hvussu so dramatisk tann núverandi vekingin av ágangandi trúarfanatismu enn er, so eru átrúni og átrúnaligir stovnar í nógv tíggjuáraskeið av fleiri fólkum mett lítlan og ongan týdning at hava fyri høvuðsspurningarnar hjá nýtmótans heiminum. Ístaðin hava tey valt sær ta lívsnjótandi veiðina eftir evnisligari nøktan ella at fylgja menniskjusmíðaðum hugmyndafrøðum, ið skulu bjarga samfelagnum undan tess eyðsýndu meinum. Men tíverri, hesar hugmyndafrøðir hava ikki verið áhugaðar fyri eind mannaættarinnar ella at økja um samanhald millum ymisk fólkasløg. Ístaðin hava alt ov nógvar teirra havt lyndi til at guddómliggera statir, roynt at lagt restina av mannaættini undir eina tjóð, rasu ella stætt, roynt at koyrt niður alt kjak og hugskotaskifti. Ella hava tær í køldum miskunnarloysi givið svøltandi milliónir upp til marknaðarskipan, sum so týðiliga ger støðuna verri hjá meirilutanum av mannaættini, meðan smáir bólkar fáa møguleika at liva í marglæti, sum forfedrar okkara neyvan hava droymt um.


   Hvussu syrgiligur er listin ikki yvir óektaðar religiónir, sum teir heimsklóku hava skapað í okkara tíð. Rimmarfasti úrskurður søgunnar viðvíkjandi virðum teirra er lesandi í teimum ovurstóru vónsvikunum hjá heilum íbúgvamongdum, ið hava lært at lagt seg á knæ framman fyri altarum teirra. Eftir fleiri tíggjuáraskeið við alsamt meira afturhaldsleysari valdsútinning av teimum, ið hesum lærum fyri at takka hava fingið ræðið í menniskjuligum viðurskiftum, eru fruktirnar tey samfelagsligu og búskaparligu brek, sum plága allar heimspartar í seinastu árum 20. aldar. Aftanfyri allar hesar sjónligu plágur liggur tann andligi skaðin, vit siggja speglaðan í líkasæluni, sum hevur gripið meirilutan av menniskjum í øllum londum og í sløkking av vónarneistanum í hjartanum á milliónum av blóðfátækum og ræddum fólkum.


   Tíð er nú uppá, at tey, ið prædika trúarsetningar materialismunnar, antin tey koma úr eystri ella vestri, antin talan er um kapitalismu ella sosialismu, leggja fram roknskap fyru ta moralksu forsetu, tey hava dittað sær til at framt. Hvar er “tann nýggi heimur”, hesar hugmyndafrøðir hava lovað? Hvar er hugsjónin um altjóða frið, tær hildu uppá sín alsk við? Hvar eru frambrotini til nýggjar leiðir innan mentunarliga uppvinning gjøgnum upphevjan av hesi ella hasi rasu, tjóð ella stætt? Hví søkkur tann stóri meirilutin av heimsins fólki støðugt djúpari niður í hungur og eymd, meðan stjórnarleiðararnir ráða yvir slíkum ríkidømi, at hvørki faraoarnir, keisararnir ella enntá hjálandaveldini í nítjandu øld kundu droymt um tað?


   Vit finna røturnar, ið føða ta skeivu fatan, at menniskjur eru óbøtandi sjálvkærar og ágangandi, eina mest í dýrdargeringini av veiðini eftir evnisligum góðlutum, sum bæði er upphav og felags eyðkenni fyri allar hesar hugmyndafrøðir. Her er tað, at grundin má verða ruddað til at byggja upp nýggjan heim hóskandi fyri eftirkomarar okkara.


   Í ljósinum av royndum okkara er ikki hepnast teimum tilfarsligu fyrimyndunum at nøkta tørv mannaættarinnar, og tað krevur eina falsleysa sannkenning av, at eitt raskligt tillag má gerast fyri at finna loysnir til tey nívandi vandamálini hjá hesum knøttinum. Tey ótolandi viðurskiftini, ið súrga samfelagið, vitna um felags miseydning hjá øllum – umstøða við lyndi til at økja heldur enn at minka um órættin allar vegir. Tað er eyðsýnt, at tørvurin fyri felags tiltøkum er sera átrokandi. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um haldstøðu. Vil mannaættin halda fram á villingarrásini og halda fast um avoldað hugtøk og haldleysar niðurstøður? Ella vilja leiðarar hennara, uttan mun til hugmyndafrøði, stíga fram og við avgjørdum vilja samráðast í sameindari leitan eftir haldgóðum loysnum?


   Tey, sum leggja lag í framtíðina hjá mannaættini, gera beint við at grunda á hesi ráð: “Tá ið vit uppdaga, at háttvirdar hugsjónir og gamlir stovnar, samfelagsligar lærur og trúarsiðir, ikki longur gagnast meirilutanum av mannaættini og eru hildin uppat við at tæna tørvinum hjá eini mannaætt, ið alla tíðina mennist, so lat tey beinast av vegnum og burturvísast til skuggaheimin av hinum avoldaðu og gloymdu lærum. Hví skulu hesi ting, í einum heimi, sum er undirgivin tí óbroytiligu lógini um broyting og niðurgang, vera undantikin tí viknan, ið neyðturviliga má koma oman yvir ein og hvønn menniskjuskaptan stovn? Tí lógir og reglur, eins væl og politiskar og samfelagsligar lærur, eru einans skaptar til tess at tryggja áhugamálum mannættarinnar sum heild; menniskjurnar skulu ikki verða krossfestar fyri at varðveita onkra serstaka lóg ella læru.”


II.

   Tað fjarleggur ikki tær grundleggjandi orsøkirnar til kríggj at seta bann fyri kjarnorkuvápnum, nýtsluni av eiturgassi og bakteriufrøðiligum stríðshátti. Uttan mun til hvussu týðandi sovorðin praktisk stig heilt eyðvitað eru í friðargongdini, so eru tey í sjálvum sær alt ov grunn til at fáa í lag varandi ávirkan. Menniskjurnar eru nóg uppfinningarsamar til at finna upp á aðrar bardagahættir og nýta mat, ráevni, búskaparlig tiltøk, ídnaðarligt vald, hugmyndafrøði og yvirgang til at taka undan hvørjum øðrum í endaleysari jagstran eftir ræði og valdi. Tað núverandi gjøgnumheila vanskilið í tilfarsligum býti millum menniskjur kann heldur ikki fáast í rættlag við at javna ávís stríð og ósemjur millum tjóðir. Ektað alheimslig ramma má takast í nýtslu.


   Ímillum ríkisleiðararnar skortar av sonnum ikki sannkenning av heimsumfatandi eyðkennum trupulleikans, sum gera seg greið í teimum støðugt fleiri spurningunum teir fáa dagliga. Harafturat kemur rúgvan av kanningum og loysnaruppskotum, nógvir áhugaðir og vælvitandi bólkar eins væl og yrkisgøgn Sameindu Tjóða hava latið úr hondum til tess at burturbeina ein og hvønn møguleika fyri óvitan um avbjóðingarnar fyri framman. Men hinvegin er viljin lamin, og júst hesin lamningur má kannast og viðgerast vandaliga. Sum nevnt fyrr hevur hesin lamningur djúpar røtur í sannføringini um tann náttúrliga stríðshugan hjá menniskjunum, ið hevur havt við sær, at vit himprast við at hugsa um møguleikan at laga tjóðskaparlig áhugamál undir tey víttfevnandi krøvini, sum stovseting av sameindari heimsskipan setur. Lamnigurin kann tevjast yvirhøvur í árestandi dugi hjá óvitandi og kúgaðum fjøldum at málbera sítt ynski um nýggja skipan, ið býður teimum høvi at liva í vælferð, friði og samljóði við allari mannaættini.


   Royndarstigini, sum eru tikin móti heimsskipan aftaná seinna heimsbardaga, birta góða vónir. Tann vaksandi hugurin hjá landabólkum at reglumynda sambond, ið gera teir førar fyri at arbeiða saman í felagsáhugamálum, bendir á, at øll lond at enda munna sigra á hesum lamningi. ASEAN-londini (Landsynnings-asiatiska Statssamgongan), CARICOM (Tann Karibiski Felagsskapurin og felagsmarknaðurin), Tann Miðamerikanski Felagsmarknaðurin), COMICON (Ráðið fyri sínamillum búskaparliga hjálp), teir europeisku felagsskapirnir, Tað Arabiska Sambandið, OAU (Afrikanski Eindarfelagsskapurin), OAS (Felagsskapur Amerikulanda), Felagsskapur Suður-Kyrrahavslanda – øll hesi savnaðu tilløg umboðað av hesum felagsskapum búgva leiðina til heimskipan.


   At fólk gevur sær meira og meira far um teir mest rótføstu spurningarnar veitir eisini vón. Hóast opinberu ófullkomleikar Sameindu Tjóða, hava tær tíggjutals yvirlýsingar, ið ST hevur samtykt, sjálvt um ikki allar stjórnir hava verið so ovurhugaðar fyri teimum, givið almenninginum kenslu av, at ljós er frammanfyri. Mannarættindayvirlýsingin, sáttmálin um fólkamorðsfyribyrging og revsing fyri tað, og tiltøk lík hesum, havandi til endamáls at avtaka øll sløg av mannamuni grundað á rasu, kyn ella átrúnaliga sannføring; sum halda fast við rættindi barnanna, verju av øllum fólkum ímóti píning, útrudding av hungri og undirmating, nýtslu av vísindaligum og tekniskum uppdagingum til frama fyri alla mannaættina. Um øll hesi tiltøk verða sett í verk og víðkað við dirvi, fáa tey tann dagin at nærkast, tá krígsspøkilisið hevur mist vald sítt yvir altjóða viðurskiftum. Óneyðugt er at leggja herðslu á, hvussu týdningarmiklir teir spurningarnir eru, sum hesar samtyktir og hesir sáttmálar eru vend ímóti. Nakrir fáir av hesum spurningum hava uppiborið fleiri viðmerkingar orsakað av tí, at teir beinleiðis eru knýttir at heimsfriðarstovnsetingini.


   Rasisma, eitt hitt mest oyðandi og harðvunna illting, er ein tann størsta forðingin fyri friði. At inna hana er alt ov níðingslig misbjóðing av tign menniskjunnar til at kunna verða tolt undir nøkrum umstøðum. Rasisma skerjir teir óendaligu møguleikarnar hjá sínum offrum, spillir tey, ið inna hana og bakkastar framburð menniskjunnar. Skal hesin trupulleikin verða loystur, mugu allar tjóðir náa fram til alheims semju, sum viðurkennir eind mannaættarinnar, og hendan semja má setast í verk við hóskandi lóggávu.


   Tann ov stóri munurin millum rík og fátæk, ið hevur verið kelda til so svárar líðingar, eftirheldur heiminum í leysstøðu, beinleiðis á breddanum til bardaga. Einans fá samfeløg hava loyst henda trupulleika munadyggt. Til tess at fáa loysn krevst samskipan av andligum, moralskum og praktiskum tiltøkum. Nýggj skoðan á trupulleikan krevst, berandi í sær samráð við serfrøðingar úr nógvum ymiskum vísindagreinum, sørir fyri búskaparligum og hugmyndafrøðiligum trætuhugi. Tað krevst eisini, at tey fólk, sum beinleiðis eru uppií, eru við í teimum avgerðum, umráðandi er at taka beinan vegin. Tað er ikki bara spurningur, knýttur at tí neyðuga í at burturbeina ovur ríkdømi og fátækt, men eisini at teimum andligu sannleikum, hvørs skilningur kann ala upp nýggja haldstøðu í almenninginum. At ala upp hesa haldstøðu er í sjálvum sær umráðandi partur av loysnini.


   Tamarhaldsleys tjóðarkensla, ið skilir seg frá heilsugóðum og heimilaðum fosturlandsalski, eigur at dvína fyri víðari trúskaparkenslu: alsk til alla mannaættina. Bahá’u’lláh sigur: “Jørðin er eitt land og menniskjurnar tess íbúgvar.” Hugtakið heimsborgararættindi er beinleiðis úrslit av teirri óundansleppandi sannroynd, at heimurin er trænaður niður til eitt grannalag gjøgnum vísindalig framstig og innanhýsis heftingina landanna ímillum. Kærleiki til allar heimsins menniskjur útihýsir ikki kærleika til egið land. Framtakið hjá einum parti av einum heimssamfelagi verður best tænt við at síggja til framtakið hjá heildini. Tað eigur at verða vaksið munandi um tað núverandi altjóða fyritakssemið, sum í fólkinum birtir lív undir sínámillum alskhug og samanhaldskenslu.


   Átrúnaðarligt klandur og stríð hevur upp gjøgnum tíðirnar verið orsøk til ótald kríggj og ósemjur, framstigaoyðandi, og verður í vaksandi mun av fólkum úr øllum religiónum, eins væl og teimum við ongari religión, áskoðað við stikni. Viðhaldsfólk úr øllum religiónum mugu vera fús til at møta teimum grundleggjandi spurningum, hesi stríð seta fram, og at finna fram til greið svar. Hvussu skal ósemjan millum teirra hvørva bæði í orðum og í roynd? Avbjóðingin til átrúnaðarligu leiðarar mannaættarinnar er at hugsa um syrgiligu menniskjuligu støðuna við samkenslu í hjartanum og ynski um at koma fram til sannleikan, og spyrja seg, um teir ikki í eyðmýkt fyri almáttuga Skapara teirra kunnu jarða gudfrøðiliga tvídráttin í kraftgóðum sínámillum várkunnaranda, sum hevði gjørt teir førar fyri samstarvi til gagns fyri skilningi og friði.


   Kvinnufrígering, uppvinning av fullum javnrættindum kynini ímillum, er ein hin týdningarmesta treytin fyri friði, hóast hon ikki er nógv viðurkend. Við at avnokta hesa javnstøðu verður órættvísi framd móti hálvari íbúgvamongd heimsins, og tað vekir hjá monnum skaðiligar haldstøður og vanar, ið verða skjútsað úr húskinum til arbeiðsplássið, síðan upp í politikk og seinast til tey altjóðarligu viðurskiftini. Einki grundarlag er, tað veri seg moralskt, praktiskt ella lívfrøðiligt fyri rættvísgering av hesi afturreking. Tey moralsku og sálarfrøðiligu vakstrarlíkindini fyri altjóða frið fáast ikki, fyrrenn konufólk hava fullvegis atgongd til at taka lut í øllum menniskjuligum virksemisøkjum.


   Almenn skúlaútbúgving, sum longu hevur fingið hópin av samvitskufullum úr øllum trúarættum og tjóðum at skriva seg inn til endamálið, eigur uppiborið hollasta stuðul, ið stjórnir heimsins kunnu veita. Tí óvitan er óumtjakandi meginorsøkin til niðurundirkomu og fall hjá heilum fólkasløgum og til at fordómar standa. Eingin tjóð kann njóta framburð, uttan so at hon letur allar borgarar sínar fáa skúlaútbúgving. Fátækt og ringar umstøður avmarka dugin hjá mongum londum at uppfylla hesa grundleggjandi treyt, og tað ger ávísa røð neyðuga í forrættindum. Teir avvarðandi myndugleikarnir gera beint í at umhugsa at veita konufólkum fyrstu forrættindi til útbúgving, tí nyttan av kunnleika fer skjótast og munabest ígjøgnum alt samfelagið vegna ávirkan frá útbúnum mammum. Í samsvari við tíðarinnar krøv eigur eisini at verða hugsað um at gera hugtakið “heimsborgararættur” til serstakan part av frálæruni í grundskúlanum.


   Grundleggjandi samskiftisneyð millum fólk grevur raskliga burtur undan øllum royndum at fáa í lag heimsfrið. At taka í nýstlu altjóða hjálpartungumál hevði verið langt stig á leiðini móti loysnini á hesum trupulleika, og krevur beinan vegin at verða givið ans.


   Í øllum hesum spurningum er høvuðsdenturin lagdur á tvey punkt. Annað er, at krígsfjarløgan ikki bara er spurningur um at skriva undir sáttmálar og skjøl; tað er fløkjaslig uppgáva og krevur, at tiltøk verða sett í verk at fáa greiði á málum, ið vanliga ikki eru knýtt at friðarroyndum. Grundað eina á politiskum semjum er uppskotið um kollektiva trygd heilaspuni. Hitt punktið er, at tann fyrsta og fremsta avbjóðingin viðvíkjandi friðarspurninginum er at hevja samanhangið upp til meginreglu, sum skilir seg púra burtur frá reinari pragmatismu. Tí í roynd og veru stavar friður frá innari støðu, styðjað av andligari og moralskari haldstøðu, og tað er í høvuðsheitum við at mynda hesa haldstøðu, at møguleikarnir fyri varandi loysnum kunnu finnast.


   Tað eru andligar meginreglur, ella tað, summi kalla menniskjulig virði, ið gera menniskurnar førar fyri at finna fram tilloysnir á einum og hvørjum samfelagstrupulleika. Hvør einasti góðhugaði bólkur kann vanliga hugsa seg fram til praktiskar loysnir á trupulleikum sínum, men góð endamál og praktisk vitan er ikki nóg mikið. Tann týðandi forvinnigurin fyri andliga meginreglu er, at hon ikki bara samsvarar tí, sum býr í tí menniskjuligu náttúruni, hon hevur eisini við sær haldstøðu, megi, vilja og stremban, ið lættir uppdagingina og útinningina av praktiskum atgerðum. Stjórnarleiðarar og valdshavarar høvdu verið væl tæntir, um teir fyrst høvdu roynt at funnið hvørjar meginreglur, talan er um, og tínæst latið seg leitt av teimum.


III.

   Høvuðsspurningurin, sum fyrst má loysast, er, hvussu heimurin í dag, fastgrógvin í ósemjur, verður til heim, har samljóð og samarbeiði valdar.


   Heimsskipan kann bert reisast við óvikandi medviti um eind mannaættarinnar, tað er andligur sannleiki, øll vísindi menniskjurnar vátta. Mannfrøði, lívvirkisfrøði, sálarfrøði ásanna bert eitt slag av menniskjum, hóast óendaliga fjølbroytt í sínum týdningarminni eyðkennum. Ásannanin av hesum sannleika krevur, at vit blaka allar fordómar frá okkum, fordómar, grundaðir á rasu, stætt, húðarlit, trúgv, tjóðskap, kyn, siðmenning - í stuttum alt tað, ið ger fólk før fyri at halda seg vera meiri enn onnur. Viðurkenningin av eind mannaættarinar er fyrsta grundleggjandi treytin fyri at umskapa og skipa heimin sum eina tjóð, heimið hjá mannaættini. Alheims viðurkenning av hesi andligu meginreglu er av allar størsta týdningi fyri allar munagóðar royndir at skapa frið í heiminum. Hetta eigur tí at verða kunngjørt um allan heimin, lærast í skúlunum og alsamt verjast av øllum tjóðum, sum fyrireika seg til ta lívrunnu broyting í samfelagsskipanini, hon hevur við sær.


   Sambært Bahá’í sjónarmiðnum krevur viðurkenning av eind mannaættarinnar “einki minni enn avvápnan og endurreising av øllum tí siðmentaða heiminum, einum heimi, ið er sínámillum heftur við livandi bondum á øllum høvuðsøkum í lívinum: í politikki, andligum hugsjónum, handli og fíggjarmálum, máli og skrift, men kortini óendaliga ymiskur viðvíkjandi eyðkennum limalandanna.”


   Tá ið Shoghi Effendi, Verjin hjá Bahá’í trúnni, greiddi frá árið 1931, hvat henda grundleggjandi meginregla týddi, segði hann: “Hon hevur ikki til endamáls at kollvelta núverandi samfelagsundirstøðið; hon roynir at víðka grundarlagið hjá tí og endurmynda tess stovnar í samsvari við tørvin hjá einum heimi, ið støðugt broytist. Hon gongur ikki ímóti løgligari tjóðskaparkenslu og matar ikki burtur undan neyðugum lóglýdni. Málið er ikki at køva eldin av skilagóðum fosturlandsalski í hjartanum hjá menniskjunum ella burturbeina sjálvstýri tjóðanna, sum er so týdningarmikið, um tær vilja sleppa undan avgjørdari miðsavnan. Hon hvørki vanvirðir ella roynir at halda niðri fjølbroytileikanum í tjóðareyðkennum, søgu, máli og siðsøgu, hugsan og siðum, ið sundurgreina tjóðir heimsins. Hon avnoktar avgjørdari miðsavnan øðrumegin og øllum royndum til at javngera hinumegin. Hennara loysnarorð er eind í fjølbroytileika...”


   Fyri at náa hesum málum, mugu ymsar broytingar til tað betra verða í støðuni hjá teimum einstøku tjóðunum viðvíkjandi politiskum avgerðum. Á hesum øki valdar nú næstan fullkomið stjórnarloysi orsakað av skorti á greiðum lógum og alment viðurkendum og útinnandi meginreglum, ið kunnu stýra viðurskiftini millum tjóðir. Fólkasameiningin, Sameindu Tjóðir og teir nógvu felagsskapirnir og semjurnar, gjørdar av teimum, hava uttan iva hjálpt til at minka um tey negativu árinini av stríði millum tjóðir, men tað hevur víst seg, at hesir felagsskapir ikki kunnu forða kríggi. Í roynd og veru hava tíggjutals kríggj verið síðan seinna heimsbardaga; nógv standa enn.


   Høvuðstáttirnir í hesum vandamáli vóru longu komnir fram í 19. øld, tá ið Bahá’u’lláh fyrst setti fram uppskotini um stovnseting av heimsfriði. Hann greiddi frá meginregluni um felags trygd fyri øll í kunngerðum, sum vóru vendar til stjórnarleiðarar í heiminum. Shoghi Effendi gjørd fylgjandi viðmerkingar til orð hjá Bahá’u’lláh: “Hvat kundu hesi fyndigu orð aðramáta týtt, enn at tað ikki slepst undan at skerja tað ótálmaða tjóðskaparliga fullveldið sum avgjørt neyðuga treyt fyri at seta á stovn framtíðar Ríkissamfelagið við øllum tjóðum heimsins? Okkurt slag av yvir-ríki má neyðturviliga menna seg. Til frama fyri tað mugu allar heimsins tjóðir sleppa einum og hvørjum rætti til at kríggjast, ávísum rættindum til at áleggja skatt og øllum rættindum til at varðveita dubbing, uttan tað neyðuga til at varðveita innanhýsis landaskil.Slíkt yvirríki má hava innan sítt øki altjóða útinningaryrkisgagn, ið hevur ovasta og óvikandi myndugleika yvir møguliga tvørsintum limum í ríkissamfelagnum; Heimsparlament, hvørs limir skulu verða valdir av øllum tjóðum, og hvørs val skal verða ásannað av teim ymisku stjórnunum, og Hægstarætt, hvørs úrskurðir skulu verða bindandi, eisini í førum, tá partarnir ikki hava játtað tí sjálvbodnir at leggja søk sína fyri hann at avgera. Í hesum heimssamfelag verða búskaparligir múrar med alla brotnir niður, og sínámillum heftingin hjá arbeiðsgevarum og arbeiðarum endalig viðurkend, átrúnaðarlig fanatisma og klandur eru við alla manað í moldina, rasuhatur og fíggindaskapur týnd fyri altíð; har skulu vera galdandi somu altjóða lógir, ið eru úrslitið av vælumhugsaðu avgerðum Heimsparlamentsins og heimilað uppílegging í hernaðarliga stýri sameiningarlimanna, fer brot fram; og at enda heimssamfelag, har lúnsk og hernaðarlig tjóðskaparóhógv er vorðin til varandi medvit um heimsborgararættindi. Grovliga er hetta tann heimsskipan, Bahá’u’lláh fyrisá; ein heimsskipan, ið fer at verða skoðað á sum tann fagrasta frukt av einum spakuliga búnandi tíðarskeiði.”


   Bahá’u’lláh gav fylgjandi ábending um, hvussu hesi víttfevnandi tiltøk verða sett í verk: “Tann tíðin má koma, tá allar menniskjur sannkenna tann bjóðandi neyðturvileikan í at halda veldiga altumfatandi ráðstevnu. Heimsins ráðandi og kongar mugu neyðturviliga taka lut og samráðast við tí endamáli at leggja grundirnar undir hin Mikla Frið heimsins millum manna.”


   Dirvið, ráðataksemið, reinlyndið, ósjálvsøkin kærleiki millum øll fólkasløg, allir teir andligu og moralsku eginleikarnir, sum eru neyðugir til tess at taka hetta sera umráðandi stigið fram á heimsfriðin, miðsavna seg um virkisviljan. Og við tí í hyggju at fáa fram tann neyðuga viljan, eigur at verða grundað á veruleika menniskjunnar, nevniliga hennara hugsan. Um týdningurin av hesum máttmikla veruleika verður fataður, skilir fólk eisini hvussu samfelagsliga neyðugt tað er at draga fram í ljósið virði hansara við sannari, partleysari og hjartaligari ráðlegging og at virka út frá úrslitinum av henni. Bahá’u’lláh peikaði áhaldandi á fyrimunin og tann óundansleppandi tørvin fyri samráðingum, tá ið talan er um skipað og reglufast lív. Hann segði: “Samráðing gevur menniskjuni størri fatan og umbroytir gitingar til vissu. Hon er eitt skínandi ljós, ið vísir vegin í einum dimmum heimi. Allir lutir eiga menningar og fullkomligleikastøði. Menningin av fatanini vísir seg við hjálp av samráðing.” Tann bera royndin at fáa frið í lag á grundarlagi av tí samráði, Hann skeyt upp, kann kveikja so signingarríkan anda millum heimsins fólk, at einki vald kann standa ímóti tí endaliga sigursæla úrslitinum.


   Viðvíkjandi fyrireikingum til hesa heimsráðstevnu, segði ‘Abdu’l-Bahá, sonur Bahá’u’lláh, ið hevði heimild til at tulka Hansara læru: “Tjóðirnar mugu tingast um friðarsøkina, og við øllum ráðum, sum eru til taks, royna at stovnseta heimstjóðasamveldi. Tær mugu koma ásamt um bindandi sáttmála og semjast um pakt, hvørs avgerðir skulu verða skilagóðar, friðhalgaðar og endaligar. Tær mugu kunngera hana um allan heim og tryggja sær, at øll mannaættin tekur undir við henni. Hetta stórbæra tiltak – tann veruliga keldan til heimsfrið og vælveru – eigur av øllum, búleikandi á hesi jørð at metast heilagt. Øll megi mannaættarinnar má vera við til tess at tryggja fasta legu og haldgóðskuna í hesi ómetaliga týdningarmiklu pakt. Í hesi altumfevnandi pakt eiga øll landamørk og allar avmarkingar at vera greitt fastsettar, meginreglurnar fyri millumtjóða sambandi ótvítýðandi ásettar og allar millumtjóða avtalur og skyldur staðfestar. Á líkan hátt eigur vápnanøgdin hjá hvørjum einstøkum landi at vera strangliga avmarkað, tí um okkurt land fær loyvi til at vaksa um vápnamegina, fer tað at vekja illgruna hjá hinum londunum. Tann grundleggjandi høvuðsreglan í hesi hátíðarligu pakt eigur at vera so greið, at brýtur stjórn seinni eina av reglum hennara, eiga allar heimsins stjórnir at reisa seg, at noyða hana til fullvegis undirgeving, ja, øll mannaættin eigur við allari tí megi, hon ræður yvir, at gera av at oyðileggja hesa stjórn. Um hesin framúr góði heilivágur verður nýttur til sjúka likam heimsins, fer tað eyðvitað at koma aftur fyri seg eftir sjúkuna og verða æviga trygt og óttaleyst.”


   Tíðin at halda hesa stóru ráðstevnu er langt síðan komin.


   Við øllum okkara hjartans eldhuga heita vit á allar leiðarar tjóðanna um at nýta hetta góða høvi og taka stig, ið ikki slepst undan, at boða til fundar á heimsstigi. Øll kraft søgunnar førir mannaættina fram ímóti hesi gerð, sum til allar tíðir fer at staðfesta byrjanina til ta leingi væntaðu manndómstíð hennara.


   Munnu Sameindu Tjóðir við fullum stuðli frá limum sínum ikki fara at taka undir við høgu málunum í slíkari dýrdarfullari hending?


   Latið mannfólk og konufólk, ung og børn allastaðni, síggja tann æviga vinningin í hesi alneyðugu gerð fyri øll fólkasløg og hevja teirra røddir samtykkjandi og undirtakandi. Ja, lat tað verða hetta ættarlið, ið fer undir henda frálíka táttin í menning lívsins her á jørðini.


IV.

   Orsøkin, sum kveikir bjartskygni í sálum okkara, er sjón, ið røkkur longur enn at avtaka kríggj og seta á stovn altjóða samstarv. Tann varandi friðurin tjóðanna millum er eitt týdningarmikið stig, men, leggur Bahá’u’lláh herðslu á, er ikki tað endaliga málið fyri samfelagsligu menning mannaættarinnar. Hinumegin vápnadubbingarsteðgin, sum heimurin av ótta fyri kjarnorkuvanlukku verður noyddurat gera, hinumegin tann politiska friðin, illgrunasamar tjóðir, ið kappast hvør við aðra, treyðugt ganga við til, hinumegin nyttulig tiltøk fyri trygd og friðarliga samveru, enntá hinumegin tær mongu samarbeiðsroyndirnar, sum hesi stig gera møguligar, liggur tað krýnda endaliga málið: Sameiningin av øllum heimsins fólkasløgum til eina heimsumfatandi familju.


   Split er vandi, tjóðir heimsins og fólkasløg ikki longur kunnu bera; avleiðingarnar eru ov ræðuligar yvirhøvur at verða umhugsaðar, ov eyðsæddar at grundgeva nakra ávísing. “Vælferð mannaættarinnar,” skrivaði Bahá’u’lláh fyri meira enn hundrað árum síðan, “friður og tryggleiki hennara er púra órøkkandi, uttan so og fyrrenn eind hennara álítandi er sett í gildi.” Shoghi Effendi hevði á orði, at “mannaættin líður og tráar inniliga eftir at sameinast og síggja enda á elligomlu pínslum sínum.” Og hann legði afturat: “Sameining mannaættarinnar er mynd av tí støði, menniskjuliga samfelagið nú nærkast. Eind familjunnar, ættbólksins, bý-statsins og tjóðarinnar er roynd við góðum úrslitum og stovnsett til fullnar. Eind heimsins er málið, ein illa plágað mannaætt strembar ímóti. Stovnsetningin av tjóðum er hildin uppat. Lógloysið, sum býr í tamarhaldsleysum fullveldi hjá teimum einstøku tjóðunum, er ávegis síni hædd. Ein heimur, ið er um at gerast vaksin, má gevast við hesi avoldaðu skipan, viðurkenna eindina og heildina í menniskjuligum viðurskiftum og eina ferð med alla stovna tað gonguverkið, ið best kann útinna hesa grundleggjandi meginreglu í lívinum.”


   Allar nútíðar kreftir, sum virka til frama fyri broytingar, undirbyggja hesa fatan. Prógvini eru sjónlig í teimum mongu dømum, omanfyri eru nevnd, um góð tekin áleiðis heimsfriði í altjóða rørslum og menningarrákum. Tann herur av konufólki og mannfólki so at siga úr øllum mentanum, fólkasløgum og tjóðum, sum virka innan teir ymisku stovnarnar hjá Sameindu Tjóðum, er umboð fyri alheimsligan “embætisstand”, hvørs undrunarverdu úrslit vitna um, hvussu mikið samstarv kann fáast í lag sjálvt undir sera ólagaligum viðurskiftum. Tann máttuga trongdin fram eftir eind berjist, eins og eitt slag av andligum toybili, fyri at bera seg fram í óteljandi ráðstevnum, ið savnar fólk úr nógvum fakumráðum. Hon liggur sum grund fyri óheitanum um altjóða verkætlanir, har børn og ung eru uppií. Ja, hon er enntá tann veruliga keldan til ta óvanliga áhugaverdu ekumenisku rørsluna ávegis skilningi og samarbeiði millum teir ymisku átrúnarnar, rørsla í hvørjari umboð fyri árúnar og sektir, sum gjøgnum søguna hava verið fíggindalig móti hvørjum øðrum, nú tykjast ósigrandi at dragast hvør móti øðrum. Í felag við ta øvugt vendu hellingina móti kríggji og sjálvupphevjan, ið henda trongdin til eind berjist ímóti, er hon eitt hitt mest ráðandi høvuðseyðkenni í seinasta parti av 20. øld.


   Søga og virki Bahá’í samfelgasins kann tæna sum dømi upp á hesa vaksand eindartrongd. Tað er samfelag við millum trimum og fýra milliónum fólkum úr nógvum tjóðum, stættum og religiónum, verandi við í mongum starvsemi, tænandi tí andliga, samfelagsliga og materiella tørvinum hjá íbúgvafjøldum í mongum londum. Tað er ein samfelagslig lívvera, ið umboðar ymiskleikan innan ta menniskjuligu familjuna, stýrir viðurskifti síni gjøgnum skipan við vanliga góðkendum meginreglum fyri ráðlegging, og tað njótir javnt allar tær stóru geislingarnar av guddómligari leiðbeining í søgu menniskjunnar. Tilvera tess er eitt av teimum mongu greiðu prógvunum um sjónina hjá Grundara tess av sameindum heimi, eitt av mongum prógvum fyri, at mannaættin kann liva sum eitt alheimsligt samfelag, ið er ført fyri at møta eini og hvørjari avbjóðing, sum hennara skifti til tann vaksna aldurin kann bera í sær. Kann søga og virki Bahá’í samfelagsins á nakran hátt hjálpa til at endurnýggja vónina um eind mannaættarinnar, vilja vit við gleði bjóða tað fram sum fyrimynd til kanningar.


   Tá vit umhugsa tann ovurhonds týdningin av tí uppgávu, allur knøtturin nú hevur fyri framman, drýpa vit høvur í eyðmýkt fyri yvirhátign hins guddómliga Skapara, fyri Honum, sum í Sínum óendaliga kærleika hevur skapað allar menniskjur av sama evni, gjørt fólkið til nakað í heiminum framúrskarandi, ærað tað við viti og skil, aðali og ódeyðiligleika og givið tí “tann einskilaða dugin at kenna og elska Hann”; dugur, ið “neyðturviliga eigur at vera skoðaður á sum tann íbirtandi stoyturin og tað fyrsta og fremsta endamálið, ið liggur sum grund fyri øllum tí skapaða.”


   Vit hava ta føstu sannføring, at allar menniskjur eru skaptar “til at fremja støðugt framhaldandi siðmenning,” at “tað er menniskjuni sømdarloysi at tíggja sær sum djórini á markini”, og at tær dygdir, ið mannatign sámir, eru álit, fyrigevingarsinni, miskunn, samkensla og kærleiksfull góðska móti øllum menniskjum. Vit vátta trúgv okkara á, at “møguleikarnir í menniskjuni, fulla ummál lagnu hennara á jørðini, náttúrliga úrmæli veruleika hennara, altsamalt verður framborið á hesum fyrijáttaða degi Guds.” Hetta er alt grundgevingin fyri okkara óvikandi trúgv uppá, at eind og friður er tað røkkandi málið, mannaættin arbeiðir seg framímóti.


   Í skrivandi løtu eru væntnu røddir Bahá’í viðhaldsfólksins at hoyra hóast ta forfylging, tey enn líða undir í tí landinum, har Trúgv teirra varð borin í heim. Við tí fyridømi, tey geva í hesi rimmarføstu vón, eru tey vitni um trúnna á, at veruleikageriðin av hesum elligamla dreymi um frið nú, ið skjótt stendur fyri framman, er útgjørd við megi guddómliga myndugleika, umbroytandi ávirkan opinbering Bahá’u’lláh fyri at takka. Tískil geva vit tykkum ikki einans sjón í orðum: vit higarkalla tann mátt, sum er í gerðum, sum verða framdar í trúgv og sjálvoffring, og føra víðari ta inniligu áheitanina frá okkara trúarfeløgum í londum virkandi fyri friði og eind. Vit sameina okkum við øll offur fyri ágangi, øll, ið leingjast eftir enda á kríggi og spjaðing, við øll, hvørs játtan til og trúskapur móti meginreglum friðarins og heimsskipanarinnar styðja tey umbøtandi endamálini, ið mannaættin varð fødd til av Skapara í óendaligum kærleika.


   Sum framsøgn fyri tí inniliga ynskinum at føra víðari okkara vónarglóð og djúpu sannføring, vilja vit endurtaka eina óvikandi fyrijáttan, Bahá’u’lláh legði stóran dent á: “Hesin fruktaleysi ófriður, hesi oyðandi kríggj fara at hvørva, og tann Mikil Friðurin fer at koma.”

ALHEIMSHÚS RÆTTVÍSINNAR

Atla P.Dam - Løgmaður tekur ímóti Friðar Brævi 1986

Jógvan Sundstein - Løgmaður tekur ímóti Friðar Brævi 1989

Marita Petersen - Løgmaður tekur ímóti Friðar Brævi 1994

SHARE THIS PAGE!