Mobirise Web Site Builder

Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara. - Bahá'u'lláh

Fyrijáttan um Heimsfrið
- ein stytting

"Friðarbræv" 

"Alt hetta fruktaleysa stríðið, hesi oyðandi kríggini skulu hvørva, og hin Størsti Friðurin koma."

Hetta er ein stytting av einum boði, sum Alheims Hús Rættvísunnar læt frá sær 24. oktober 1985. Hesin dagur var 40 ára hátíðardagurinin fyri stovnanini av Seimeindu Tjóðum og samstundis byrjanin av Altjóða Friðarárinum.

Hví skuldi eg lisið hettar?

 

Tí tað er týdningarmikið og hevur við øll at gera. Tað hevur vent sær til tín. Tað kann hjálpa til at fáa frið í lag, um fólk lesa, skilja og gera eftir tí.

 Hvat er tað? Tað er ein boðskapur, sum elvir til vón fyri framtíðina, og ein háttur at skilja hvat er galið í heiminum. Tað greiðir frá hvat vit mugu gera fyri at uppnáa frið í heiminum.

 Hvaðani kemur tað? Tað kemur frá Alheimshúsi Rættvísinnar, sum er altjóða høvuðmiðstøðin hjá Bahá'í Trúnni. Fólk úr øllum stættum, rasum og tjóðum velja limirnar í húsinum.

 Hvør hevur lisið tað? Kongar, drotningar, forsetar og leiðarar um allan knøttin, eisini hava religiøsir og politiskir leiðarar lisið tað. Málið er at røkka øll. Tað er sent til "heimsins fólk"


1. TÍÐIN FYRI HEIMSFRIÐ ER KOMIN


Tann mikli friðurin, sum Profetarnir, yrkjarar og fólkini á jørðini hava lovað og tráað eftir, er nú í eygsjón, og ikki bara tað, men hann undanslepst ikki.


Vit fáa tveir møguleikar: Antin bíða vit eftir, at óhugsandi ræðuleikar herja um heimin og at enda noyða okkum at hava frið,ella broyta vit framferðarhátt okkara og byrja at arbeiða fyri friði.


Vit hava longu nú sæð lovandi tekin hesa øldina við stovnanini av Sameindu Tjóðunum og fleiri bólkar, sum arbeiða fyri friði á internationalum støði.


Vísindin er nú so framkomin, at tað ber til at yvirkoma teir praktisku trupulleikarnar, men fólk mugu kortini yvirkoma teirra misfatanir, fórdómar og illgrunur til hvønn annan.


Hesin boðskapur


Hesin boðskapur frá Alheimshúsi Rættvísinnar var á fyrsta sinni handaður av Bahá'u'lláh, stovnara av Bahá'í Trúnni, til leiðarar her á jørð, meir enn eitt árhundrað síðani. Bahá'u'lláh sá ruðuleikan, sum vildi herja, um fólk ikki byrjaðu at læra, hvussu tey skulu arbeiða saman.

Vit síggja heilt klárt, at stjórnirnar undir Sameindu Tjóðum ikki til fulnar klára uppgávuna at steðga kríggjum, fíggjarligum mótburði, terrorismu og líðingum hjá milliónum av fólkum. Vit síggja tær ymsku sosialu, íggjarligu og átrúnaðarligu stýrisskipanirnar elva til harðskap og kríggj, og tað hevur gjørt, at vit trúgva, at tað er náttúrligi framferðarhátturin.


Øll vilja hava frið í dag, men fólk flest trúgva, at menniskju frá náttúru hond eru sjálvsøkin, harðlig og ómøgulig at broyta. Tí halda tey, at friður ikki er møguligt.


Tá ið vit síggja, at menniskju kunnu broytast, kunnu vit byrja at byggja eitt system, sum kemur við friði ístaðin fyri kríggi.


Eitt natúrligt støði


Bahá'íar trúgva, at ruðuleikin, nú mannaættin er í ferð við at blíva vaksin, er eitt natúrligt stig á vegnum móti eind á gongustjørn okkara.


Vit skulu ikki missa mótið. Ørkymlan má koma, áðrenn vit kunnu umbyggja. Friður er nú møguligur, og vit hava alt, sum skal til at klára tað.


Broytingarnar, vit nú síggja vilja - líkamikið hvussu myrkur og fríðleysur heimurin verður - hjálpa okkum at røkka okkara fulla førleika og lagnu.


2. ALSTÓRI LEIKLUTURIN HJÁ ÁTRÚNAÐI


Menniskjarasan er øðrvísi enn allir aðrir formar fyri lívi, við tað at hon hevur ein anda. Hesin andin strekkir seg upp móti tí hægsta góða, hetta, ið vit kalla Gud. Religiónirnar, sum eru komnar til okkum frá eini røð av lærarum, hava verið høvuðssambandið millum menniskju og tað hægsta góða.


Eingin álvarslig roynd at fáa frið í lag kann vera fyriuttan átrúnað, sum hevur havt so stóra ávirkan á okkara siðmenningar, okkara lógir og moralska atburð.


Bahá'u'lláh hevur sagt, at um átrúnaðarinnar ljós verður goymt, so elvir hetta til fullkomiligt óskil, og tann menniskjaliga náttúran spillist.


Eindin av Religiónum


Mannaættin hevur bert seg sjálvan at takka fyri hetta óskilið. Vit skuldu ikki havt lurtað eftir teimum ymsu religiónsleiðarunum, sum komu við sínum egnu falsaðu tankum um Profetar Guds, og sum skiltu millum meining og trúgv, vísind og religión.


Hugsanin, at vit skulu vera ímóti øðrum, soleiðis sum vit vilja, at onnur skulu vera ímóti okkum, er at finna í øllum teimum stóru religiónunum, men menniskjað hevur ikki klára at sæð hesa eind. Henda áskoðan vildi leitt okkum til friðin.


Menniskjað hevði fingið nógv meir burturúr, um tað sá teir heilagu lærararnar sum umboð fyri eina áhaldandi tilgongd. Men menniskjað hevur ikki megnað at skilt hetta.


Átrúnaðarlig fanatisma, sum endurtekur seg í størri mun í dag, er bert at líkna við doyggjandi sinadráttir. Harðskapurin og óndskapurin vísir at fanatismar er tóm fyri andaligar dygdir.


Materialisman miseydnast


Í langa tíð hava fólk trúð fult og fast uppá, at átrúnaður ikki hevur týdning fyri tann modernaða heimin. Tey hava ístaðin vent sær til materialistiskar gleðir ella menniskjaskaptar politiskar trúðarskipanir. Men hesar skipanir gera bert ein bólk størri og sterkari enn øll onnur, steðga opnum tjaki og lata milliónir svølta, meðan nøkur fá liva í marglæti.


Søgan hjá hesum falsatrúgvum hevur verið syrgilig, tær hava bert elvt til stórt óskil, líðing og vónloysi.


Leiðararnir fyri hesar materialistisku skipanirnar, kapitalistiskar ella sosialistiskar, mugu nú vísa hvat kom burtur úr. Hvar er tann nýggi heimurin, sum lovaður var? Hvi søkka fleiri og fleiri milliónir inn í hungur og fátækradømi, meðan hesir somu leiðarar hava so nógv ríkidømi og so nógvamakt til taks?


Hesar skipanir byggja á falskar tankar um at menniskjað er vónsvíkjandi sjálvsøkið. Beinast má fyri hesum hugsunarháttinum, um menniskjaættin skal njóta framgongd.


Vit mugu uppgeva falskar tankar


Vil menniskjaættin halda fast við hesar følsku tankarnar ella vilja heimsins leiðarar trína fram og arbeiða saman fyri at finna loysnir á trupulleikum okkara.


Um vit leggja nakað í framtíðina hjá mannaættini mugu vit lata allar tankar og systemir fara, sum ikki tæna vælveru mannaættarinnar.


3. MÁLSEVNI Í HEIMSFRIÐINUM


Bannan av serligum vápnum, sum nú verða brúkt, er eitt stig á friðargøtuni, men hetta einsamalt vil ikki gera enda á kríggi. Fólk kunnu altíð skapa nýggj vápn. Eiheldur vil kríggj enda við at undirskriva sáttmálar millum tvær, tríggir tjóðir. Okkum nýtist onkrum, sum umfatar allan heimin.


Leiðarar síggja, hvussu stórur hesin trupulleiki er, men eru ikki so fúsir at hjálpa, tí at teir trúgva, at menniskjað frá náttúru hond ikki er viljað til at samstarva. Vanlig fólk hava trupulleikar við at fáa teirra tankar fram í tað opna, hóast teimum leingist eftir friði.


Tílík samstarvandi tiltøk, sum Europeiski Felagskapurin ella Organisatiónin av Afrikanskari Eind, eru vónfull tekin fyri eini leið móti heimsfriði.


Sameindu Tjóðir hava framleitt "Mannarættindayvirlýsingin", og fleiri tílík skjøl hava verið góðkend av stjórnunum. Tílík vónfull tekin, hava klárlagt gøtuna móti heimsfriði.


Stig móti friði


Rasisma er ónd, eins og hon er ein forðan fyri friði. Øll mugu síggja eind mannaættarinnar, og hon má verða uppihildin við hóskandi lógum.


Tann stóri munurin millum rík og fátøk er elvari av líðingum og stríði. Her er brúk fyri andaligum, moralskum og praktiskum loysnum. Serfrøðingar mugu samráðast við hvønn annan um besta framferðarháttir fyri at kunna basa hesum ónda.


"Tjóðskapardramblæti" mugu koma í aðru røð aftaná kærleika móti øllum heiminum. Fyri at kunna tæna landi tínum mást tú tæna øllum heimin. Bahá'u'lláh segði, at Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara.


Átrúnaðarligír mismunir elva til kríggj. Leiðararnir og tey trúgvandi mugu arbeiða saman fyri at yvirkoma munin teirra millum og mugu arbeiða móti størri tolsemi og friði.


Javnstøða millum kvinnu og mann er av størsta týdningi fyri tí friði, sum bert kann koma, tá ið kvinnan hevur fingið javnstøðu í hvørjari grein av menniskjaligum virksemi. Vanvirðing av hesari javnstøðu er forfylging av helvtini av mannaættiní.


Alheimsútbugving skal verða givnari serliga átrokandi og inniligari umhugsan, og fyrimunir skulu verða givnir til kvinnum og ungum gentum av tí at tær verða mammur og tann fyrsti lærðarin hjá børnunum. Heimsborgaraskapur skal verða lærdur hvørjum barni.


Fyri at nøkta grundtørvin fyri samskifti millum fólk, er ein stórur tørvur á einum heimsmáli, sum skuldi verið lært umframt eins egna.


Friður er ikki eitt lætt mál. Politisk samlyndi er ikki nokk. Friður kemur frá einum andaligum og moralskum hugsunarhátti og fer bert at bera til um hesin hugsunarháttur verður framhevjaður.


Tá ið kanningar av einhvørjum sosialum trupulleika fara fram, mugu tær moralsku grundreglurnar, sum eru innblandaðar, finnast fyrst av øllum. Um stjórnarleiðararar skiltu hetta, vildu loysnir verið lættari funnar.


4. GRUNDARLAGIÐ FYRI EINI NÝGGJARI HEIMSSKIPAN 


Høvuðsspurningurin er, hvussu vit broyta heimin frá ósemjum og stríði til eitt friðarligt stað við samstarvi.


Tað nýggja heimskervið kann bert verða bygt á eind av menniskjaættini, sum ber við sær, at vit sleppa øllum fordómum.


Tankin um eind mannaættarinnar skuldi verið fráboðaður allastaðni, undirvístur í skúlum, umrøddur í øllum tjóðum.


Eind í fjølbroytleika 


Hetta ber í sær at heimurin má hava eina stjórnarskipan, eina fíggjarskipan, eitt felags tungumál, eina skrift og felags mál. Men hvør tjóð skuldi uppihildið síní egnu tjóðareyðkenni og siðir.


Hvør tjóð skal stýra sítt egna land, men má seta áhugamálini hjá heiminum í fyrstu røð.


Broyting av tjóðskaparligum hugsunarháttum, vil henda so við og við. Vit mugu fyrst einast um eina felagslóg at styra viðurskiftini tjóðanna millum.


Ein breiðari trúskapur


Tíðin fyri óavmarkaðum tjóðarvaldi er farin. Ein heimsumfatandi stórmakt má nú skipast, hetta fer at hava við sær:


 - Eitt altjóða stýri við fullum yvirrætti.


 - Eitt Heimsting valt av øllum í teirra egna landi.


 - Eina yvirlógarmakt, sum hevur myndugleika á øllum.


Hetta Heimssamfelag vildi ikki havt nakrar fíggjarligar múrar, ongi átrúnaðalig stríð ella rasuskilnaðir. Ístaðin vildi tað havt eina felags lóggávu, og fólk í heiminum høvdu byrjað at sæð seg sjálvan sum heimsborgarar.


Tankin um eind mannaættarinnar skuli verið fráboðaður allastaðni, undirvístur í skúlum, umrøddur í øllum tjóðum.


Búning mannaættarinnar


"Tankin um eind mannaættarinnar skuli verið fráboðaður allastaðni, undirvístur í skúlum, umrøddur í øllum tjóðum."


Bahá'u'lláh hevur biðið um eina stóra samkomu av fólki og heimsleiðarum til at umhugsa hættir at byggja grundina fyri heimsfriði. Um fólkið á eini tílíkari samkomu tosaðu saman við óafturhaldandi dirvi, reinum motivum og næstrakærleika, tá skuldu tey funnið viljan at gjørt okkurt. Samkoman má tí klárleggja eina semju, sum síðani verður umhugsað av øllum sum heilag. Henda semja skal fastseta merk landa millum, strangligani niðurseta vápnauppbyggingina, og leggja reglugerðir fyri altjóðarligum samstarvi. Allur heimurin skal seta seg upp ímóti einhvørjari tjóð, sum brýtur hesar reglur.


Vit biðja leiðarar í heiminum kalla til henda stóra fund. Søgan hevur leitt okkum til hetta staðið - byrjanin til menniskjans vaksna lív. Sameindu Tjóðir fara uttan iva at megna uppgávu sína til fulnar, við fullum stuðli frá limunum.


Lat hvønn mann, konu, ungdóm og barn, hvar so tey eru í heiminum, stuðla hetta. Lat hetta verða ættarliðið, sum fær frið og eind í heimin.


5. SJÓNIN UM EIND HEIMSINS


Varandi friður er ikki tað síðsta málið hjá menniskjanum. Málið er heldur eind av øllum fólki í heiminum, sum ein alheims familja.


Split er nú ov vandamikið. Vit mugu síggja eindina av menniskjaættini og seta hana í verk.


Arbeiðið hjá Sameindu Tjóðum, vaksandi samarbeiði, altjóða verkætlanir og størri tolsemi millum religiónirnar á nógvum økjum vísir okkum á vegin móti eind hesu seinastu árini av tjúgundu øld.


Royndirnar innan Bahá'í samfelagið eru eitt dømi og eitt prógv uppá møguleikan av einum alheimsligum samfelag. Hetta verður sett fram sum eitt dømi til rannsaknan.


Lyftið


Menniskjaættin er givin eginleikin at kenna og elska hennara Almáttuga Skapara. Hetta er endamálið hjá okkum. Menniskjað er skapt til at frambera eina siðmenning í støðugum framburði, og tað næsta stigið er eind og heimsfriður.


Vit einast við øllum, sum vilja gera ein enda á stríði, tí vit trúgva, at tíðin er komin, tá friður kann verða fingin í lag.


Tað, sum Bahá'u'lláh hevur lovað, er hetta:


"Alt hetta fruktaleysa stríðið, hesi oyðandi kríggini skulu hvørva, og hin Størsti Friðurin koma."

Atla P.Dam - Løgmaður tekur ímóti Friðar Brævi 1986

Jógvan Sundstein - Løgmaður tekur ímóti Friðar Brævi 1989

Marita Petersen - Løgmaður tekur ímóti Friðar Brævi 1994

SHARE THIS PAGE!