Mobirise

Alt hetta fruktaleysa stríðið, hesi oyðandi kríggini skulu hvørva, og hin Størsti Friðurin koma. - Bahá'u'lláh

Einleiki Guds

Einleiki mannaættarinnar

Einleiki religiónana

Einsæris leitan eftir sannleika

Javnstøða millum mannfólk og konufólk

Samsvar millum vísindi og trúgv

Útbúgving fyri øll

Heimsfriður 

Altjóða eyka tungumál

Burturbeiningin av ovurríkidømi og fátækradømi

Verndin av mentunarligum fjølbroytni


Hvat er Bahá'í Trúgvin?

Orðið "Bahá'í" merkir "ein sum fylgir Bahá'u'lláh". "Bahá'u'lláh" merkir "dýrd Guðs" og hetta er navnið á tí boðberanum, sum bahá'íar trúgva er Guðs sendiboð til okkara tíð. Orðið "Kristus" merkir "hin salvaði" og tey sum viðurkendu Kristus sum sendiboð fyri teirra tíð kallaðu seg fyri "kristin".


Vit kenna bert Guð gjøgnum hansara boðberar

Bahá'íar trúgva at Guð opinberar seg gjøgnum síni sendiboð í einari stigvísari opinbering. Mannaættin er ikki før fyri at taka ímóti Guðs veruleika í einum, men má búnast og mennast so líðandi. Guð sendir so síni sendiboð við boðum og vegleiðing sum hóskar til tann tørv sum menniskjuni hava á júst tí staðnum og tí tíðini. Ongin av boðberunum er størri ella "sannari" enn hinir. Teir kappast ikki. Allir eru teri at líkna við geislar frá somu sól, vísdómurin og megi teirra kemur altíð frá Guði, sum bert er ein.


Bahá'íar viðurkenna allar boðberarnar og virða allar heimsins religiónir og heilagu skriftir. Tað, sum Jesus segði, tá ið hann kom, ógildaði ikki tað sum Móses hevði sagt. "Eg eri ikki komin at bróta niður, men at fullføra", segði Jesus.


Á sama hátt ógildar tað at Bahá'u'lláh kom, hvørki tað sum Jesus, Mohammed, Buddha, Móses, Ábraham, Krishna ella Zoroaster hava boðað.


Allir komu teir við Guðs ljósi til menniskjuni. Eingin teirra er Guð - líka so lítið sum sólargeislin er Sólin, men teir vóru sendir frá Guði til tess at læra menniskjuni hvussu tey kunnu nærkast Guði. Samstundis geva teir okkum eina hóming av hvat Guð er. Tí líkasum sólargeislin hevur eginleikar hjá sólini, so sum ljós og hita, soleiðis koma nakrir av Guðs eginleikum til sjóndar í boðberunum; fullkomiligleiki, sannleiki, vísdómur, kærleiki, rættvísi og so framvegis.


Vit menniskju kunnu ikki ímynda okkum Guð - tá ið vit royna er tað við okkara egnu avmarkaðu myndum og tonkum, og tí er royndin dømd at miseydnast. Guð er uttanfyri okkara orð og hugtøk og fatan. Vit kunnu bert læra at kenna eginleikar hansara og leiðina nærri at honum við at lurta eftir og hugleiða um tað, sum boðberarnir siga okkum.


Er Bahá'u'lláh veruliga ein boðberi?


Eins og tá hinir boðberarnir - eitt nú Jesus - komu til jørðina, so var koma Bahá'u'lláh eisini fyriboðað. Hvørja fer ein boðberi aftur er farin úr hesum heimi, hevur hann lovað at hann skal koma aftur. Og hvørja ferð ein nýggjur boðberi er komin, er tað samstundis afturkoman hjá øllum hinum.


Tað vóru fyriboðanir í nógvum religiónum um at Bahá'u'lláh skuldi koma, eisini um landið har hann skuldi vera føddur, og um nær hann skuldi koma. Í 1844 í Persia, kunngjørdi ein ungur maður nevndur "Báb", at skjótt fór sendiboð Guðs, sum øll heimsins menniskju stundaðu eftir, at koma.


"Báb" merkir "portrið", og Báb gjørdi greitt at hansara leiklutur var, at fyrireika mannaættina til dagin tá ið tann lovaði kom til sjóndar.


Bahá'u'lláh, sum var føddur í einari av ríkastu aðalsstættum í Persia, valdi at venda øllum forrættindum bakið og at fylgja Báb. Báb og tey sum fylgdu honum vóru jagstraði av persiska yvir-valdinum. Báb sjálvur var tikin av døgum í 1850 og eini 20.000 av teimum sum fylgdu honum, lótu lív í hópdrápum kring alt Persia. Bahá'u'lláh slapp heldur ikki undan forfylging; hann varð settur í fangahús, píndur og at enda burturvístur. Hann varð sendur til Bagdad, og tað var her hann endiliga í 1863 kunngjørdi, at hann var tann, ið Báb hevði fyriboðað fór at koma.


Bahá'u'lláh skrivaði ótrúliga nógv um øll lívsins viðurskifti. Hann boðaði eina nýggja tíð fyri mannaættina, eina tíð har mannaættin endiliga fer at gerast ein eind. "Tað finnist bert eitt land, Jørðin, og menniskjuni eru hennara íbúgvar".


Altíð, tá ið boðberar eru komnir til menniskjuni, eru tað nógv sum hava ilt við at kennast við teir. Hóast koma Jesusar var fyriboðað í jødisku skriftunum, so vildu nógvir jødar, og tá serliga teir skriftlærdu, sum óiva roknaðu seg sum teir mest "trúgvandi", als ikki kennast við hann. Teir høvdu lisið skriftirnar væl og virðiliga og høvdu sína greiðu uppfatan av hvussu hin fyriboðaði skuldi vera. Teir gloymdu at menniskjað ikki kann ímynda sær Guð - ella hvussu hann kemur til okkara, hvat ið hann fer at krevja av okkum.


Fariseararnir vóru sannførdir um, at tá ið tað stóð, at Messias skuldi fría jødiska fólkið, so fór hann at vera ein fríari, soleiðis sum teir ímyndaðu sær ein slíkan - ein herførara við nógvum vápnum, sum skuldi fría teir frá tí okinum, sum teir sóu týðiligast, nevniliga rómverjaveldið.


Og so kom Jesus - og hann hevði ikki so frægt sum eitt einasta svørð. Og hann boðaði kærleika til næstan og eyðmýkni, til tess at menniskjuni kundu fría seg frá tí máttmikla okinum, sum liggur omanyvir okkara tonkum og hjørtum.

Í fyrstuni vóru bert fá sum vildu kennast við hann, hini kallaðu hann spottara og tóku hann at enda av døgum.


Bahá'u'lláh var greiður yvir at sjálvt tey sum hava ásannað at Guð er veruligur og sum hava viðurkent Kristus, kanska kortini fara at hava ilt við at kenna hann aftur, tá ið hann kom aftur til teirra. Hetta brotið er burturúr "Hini mest heilagu talvuni", ofta nevnd "Talvan til tey kristnu":


"Sigið Mær, o fylgisneytar Sonarins! Hava tit útistongt tykkum frá Mær vegna Navn Mítt? Hví grunda tit ikki í hjørtum tykkara? Dag og nátt hava tit ákallað Harra tykkara, hin Alvalda, men tá ið Hann í miklu dýrd Síni kom oman úr himni ævinleikans vendu tit tykkum frá Honum og lógu eftir, samankropin í dølskni.


Hugsið um tey, sum kveistraðu burtur Andan, tá ið Hann kom til teirra við sjónligum veldi. Talríkir teir farisear, sum avbyrgdu seg í samkomuhúsum í Hansara Navni, syrgjandi skilnaðin frá Honum, og kortini; tá ið øll portur endursameiningarinnar brustu upp og hin guddómligi Ljómin glógvaði skærur úr Degningi Vakurleikans, tá trúðu tit ikki á Guð, hin Upphevjaða, hin Máttuga. Ikki vóru teir førir at náa Hansara nærveru, tó at koma Hansara var fyrijáttað teimum í Bók Jesaja eins væl og í Bókunum hjá Profetunum og Sendiboðunum".


Bahá'iar eru sannførdir um at Bahá'u'lláh var Jesus sum kom aftur og at lyfti Guðs til menniskjuni um eina betri tíð fyri øll er gingið út. Vit liva longu í byrjanini av teirri nýggju tíðini; hóast alt enn er ruðuleiki, so hava vit fingið eitt ljós at ganga eftir.


Hvat er læra Bahá'u'lláh?


Bahá'u'lláh segði at menniskjuni liva her á jørðini til tess at menna andaligar førleikar sum vit fara at hava tørv á í lívinum eftir hetta.


Hann líknar mannalívið á jørðini við lívið hjá fostrinum í móðurlívi, fostrið kann ikki ímynda sær heimin uttanfyri sína egnu lítlu verð, hóast tað á ein hátt longu livir í tí størru verðini. Tað er bara enn ikki nóg búgvið til at síggja og uppliva heimin størri enn júst lívmóðrina hjá mammuni.


Og kortini so er endamálið við fosturlívinum at búgva seg til ein heilt øðrvísi heim enn tann, fostrið kennir. Tað skal hava armar og bein, eygu, oyru, alt sum er gott og neyðugt fyri at liva mannalívið.


Mennast vit ikki eins og fostrið í móðurlívi, meðan vit liva á jørðini, so verða vit sum andaligir kryplingar ella píningar, og enn tarnaði av hesum í lívinum sum kemur.


Andaligi vøksturin hjá tí einstaka fer fram bæði innan í hvørjum fólki, og í samveru við onnur.


Andaliga støðið vit eru á, speglast í samfelagnum, hvussu vit eru móti hvørjum øðrum, og hvørjum málum vit stremba eftir.


Bahá'u'lláh sigur, at boðberarnir siga menniskjunum hvat sum er mest umráðandi at menna og styrkja í teirri tíð. Á Jesusar døgum var tað boðskapurin um kærleika, sum dentur var lagdur á, og hyggja vit eftir, so síggja vit, at hesi boð liggja sum grundarlag fyri flestu av teimum framstigum, sum mannaættin hevur gjørt síðani.


Tað, sum Bahá'u'lláh leggur dent á fyri okkara tíð, eru hugtøkini Rættvísi og Eind. Hann legði fram eina fullfíggjaða ætlan fyri hvussu heimurin í framtíðini skuldi skipast, í eind og rættvísi. Og hendan nýggja heimsskipanin er samstundis bygnaðurin hjá Bahá'i Samfelagnum í dag.


Ein meginregla er, at øll menniskju hava somu rættindi, at javnstøða má vera millum ymisku fólkasløgini og millum menn og kvinnur. Eingin tjóð má taka ræðið á einari aðrari og einki fólk má kúgast.


Viðurskiftini millum menn og kvinnur í samfelagnum lýsa bahá'iar við at siga: "Mannaættin hevur tveir veingir. Annar er kvinnan, hin er maðurin. Ikki fyrr enn báðir veingir eru líka mentir, kann fuglurin lætta sær á og flúgva".


Sama mynd verður nýtt at lýsa viðurskiftini millum religión og vísind. Bæði religiónin og vísindin eru keldur av megi, sum eru neyðugar fyri menniskjuna. Religión er hjálpin sum henni tørvar til andaligan vøkstur. Vísindin er amboðið, sum hon kann nýta til materiell framstig.


Bahá'u'lláh sigur, at religión og vísind eru teir báðir sterkastu máttirnir í tilverunnar heimi.


"Religión og vísind eru teir báðir veingirnir, sum mannahugin kann hevja seg upp í hæddirnar við, og sum mannasálin kann gera framstig við. Tað er ógjørligt at flúgva við bert einum veingi. Um ein menniskja royndi at flúgva bert við Trúarinnar Veingi, hevði hon skjótt dottið niður í díkið av pátrúgv, meðan hon hinvegin við bert vísindaveinginum, ikki bert einki framstig hevði gjørt, men hevði dottið í tað vónleysa materialistiska mýrulendið".


Vesturheimurin hevur leingi roynt at flogið við bert einum veingi - tí vísindaliga. Heimsýnið í vesturlendska samfelagnum er farið longur og longur burtur frá trúnni uppá at nakað hægri enn menniskjans egna heila. Úrslitið er eisini hareftir. Tað er ikki neyðugt her at fara at peika á allar teir trupulleikarnar sum heimurin dregst við í dag, orsaka av blindari materialismu.


Men tað er eyðsæð at nógv fólk eru ørkymlaði og vónleys og kenna á sær at okkurt vantar í.


Bahá'íar trúgva at øll menniskju hava eitt andaligt lív, sama um tey tilvitað gera nakað við tað ella ei. Vit hava øll eina sál, sum kennir eina andaliga "dimensión". Tí kunnu vit ongantíð við friði venda Guði bakið ella gloyma hann.


Tí kenna vit øll á okkum at ein hægri veruleiki er til.


Hvør einstaklingur má leita í sínum lagi og sjálvur finna fram til sína sannføring. Ongin kann "frelsast" av øðrum. Eingin kann "frelsast" yvirhøvur, á tann hátt at tað ber t.d. ikki til at siga, at "allir bahá'iar sleppa í himmiríki og eingin annar". Vit eru øll her á jørðini fyri at læra, og fyri at vaksa. Tað umráðandi er ikki at vaksa í eygunum á hvørjum øðrum, og tað er beinleiðis skaðiligt at royna at minka um hvønn annan, tvs. døma hvønn annan.


Bahá'íar vilja fegin greiða frá sannføring síni um onkur spyr. Nógv tilfar er longu týtt til føroyskt og nýggj rit koma allatíðina. Bahá'í trúgvin hevur verið í landinum síðani 1953 og tað ber altíð til at fáa meira at vita um trúnna við at venda sær til onkran bahá'í í Føroyum.


Slóðir (links)

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum /
The Bahá’i Community of the Faroe Islands

SHARE THIS PAGE!